Tíðindi

Babbasa spælistova í fimleikahøllini á Oyrarbakka

01.10.2025

Í sambandi við ABC vikuna, skipar Gigni fyri ”Babbasa spælistovu” leygarmorgunin 4. oktobur kl. 10.00 – 12.00.

Vit ynskja at bjóða øllum pápum við børnum undir skúlaaldur at vera virkin og hava tað stuttligt saman við okkum.

Spælistovan verður í fimleikahøllin í Skúlanum við Streyminfim á Oyrarbakka:     

Góð sálarheilsa kemur ikki av sær sjálvari. Tað er neyðugt at røkja okkara sálarheilsu fyri at trívast og hava tað gott. Gigni hevur í fleiri ár verið samstarvsfelagi hjá Heilsustýrinum fyri at varpa ljós á ABC fyri sálarligari heilsu.

Ver virkin í familjuni 
Barnið mennist í sampæli við onnur, og tískil er tað neyðugt, at foreldrini eru tilstaðar, eisini mentalt, tá tey eru virkin saman við børnunum.

Ver saman sum familja
Tað er sera umráðandi, at familjan verður raðfest fyri at trívast. Og fyri at familjan skal trívast, er neyðugt at brúka tíð saman.

Ver hugbundin saman við familjuni
Tað er gott at gera okkurt saman við barninum við fullum huga. T.d. leggja putlispæl, spæla borðspæl ella gera sjálvboðið arbeiði.

Leikluturin hjá pápanum hevur eisini sera stóran týdning fyri eina familju. Tað eru kanningar, sum vísa, at um páparnir virkið taka lut í uppalingini av børnunum, so fáa gentubørn færri sálarligar trupulleikar og dreingjabørnini færri atferðartrupulleikar. Harafturat er tað størri sannlíkindi fyri, at parlagið heldur.

Seinastu tíðindi

04
nov
Jóla­trø­ini verða tendrað og jóla­brandbilu­rin vitjar
30
okt
Skatta­listin 2024
30
sep
Kavagrevstur
11
nov
Haldórsvíkarvegu­rin stongdur
10
nov
Nýggj trappa í svimji­høllini
10
nov
DAGFØRT: Bakteriur í drekkivatni­num við Áir, Langasandi og Haldórsvík
31
okt
Avtala undirskrivað við Hósvíkar Róðrar­felag
30
okt
Umhvørvisplássið er stongt leygar­dagin 01.11.2025