Tíðindi

Starvsfólki til frítíðarskúlan í Hósvík og dagstovnin við Stórheygg

23.10.2025

Talan er um tvey størv við millum 15 og 20 tímum um vikuna. Arbeiðstíðin er millum kl. 11 og 17. Størvini verður sett skjótast gjørligt. Er ynski um fleiri tímar er møguleiki, at avloysa á dagstovninum við Stórheygg fyrrapartar.

Avloysari til dagstovnin við Stórheygg

Vit søkja eisini eftir einum avloysara, sum kann traðka til, tá eitt av okkara starvsfólkum hevur frí ella er burturstatt.

Setanarviðurskifti

Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Sambært §2 í Barnaváttanarlógini hava vit skyldu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn vit seta fólk í starv.

Starvsbyrjan 17. november 2025 ella eftir nærri avtalu.

Meira at vita

Fá meira at vita um starvið við at venda tær til leiðaran Jónu Guttesen á telefon 297255.

Heimasíða okkara er: http://storheygg.fo

Umsókn

Umsókn skal sendast til: jona@sunda.fo

Dagstovnurin við Stórheygg
Áarvegur 3
420 Hósvík

Seinastu tíðindi

04
nov
Jóla­trø­ini verða tendrað og jóla­brandbilu­rin vitjar
30
okt
Skatta­listin 2024
30
sep
Kavagrevstur
11
nov
Haldórsvíkarvegu­rin stongdur
10
nov
Nýggj trappa í svimji­høllini
10
nov
DAGFØRT: Bakteriur í drekkivatni­num við Áir, Langasandi og Haldórsvík
31
okt
Avtala undirskrivað við Hósvíkar Róðrar­felag
30
okt
Umhvørvisplássið er stongt leygar­dagin 01.11.2025