Tíðindi

Seyðasýningin 2025

27.10.2025

Leygardagin var seyðasýning í fjósinum hjá John Eikhólm frammi í Saksunardali.

Leygardagin 25. oktober var árliga seyðasýningin frammi í Saksunardali. Aftur í ár gjørdist tað ein sera hugnaligur dagur, har nógv fólk savnaðust til seyðasýningina hjá sýnsøkinum Hvalvík, Streymnes, Saksun.

Luttøkan í ár var met høg, og tað var dámligt at síggja, at støðið er vorðið sera høgt og kappingin hørð. Til kappingina vórðu bestu veðurlomb, bestu hagar, bestu veturgamlir veðrar og besti eldri veðrur vald. 

Bestu veðurlomb vórðu:
1. André Kruse
2. Karstin Dánjalsson í Húsinum
3. Finn Christensen

Besti hagi:
1. Toftadalshagi
2. Húsadalshagi
3. Svartáhagi - Fyri Uttan

Besti veturgamli veðrur:
1. Finn Christensen
2. André Kruse
3. Dánjal í Húsinum

Besti eldri veðrur:
1. Karstin við Tróndará

Alt í alt ein væl eydnaður dagur uppá allar mátar.

Seinastu tíðindi

19
nov
Oyri og Oyrarbakki onki vatn
17
nov
Lækna­viðtalan við Norðskála er stongd hesa vikuna
04
nov
Jóla­trø­ini verða tendrað og jóla­brandbilu­rin vitjar
30
sep
Kavagrevstur
11
nov
Haldórsvíkarvegu­rin stongdur
10
nov
Nýggj trappa í svimji­høllini
10
nov
DAGFØRT: Bakteriur í drekkivatni­num við Áir, Langasandi og Haldórsvík
31
okt
Avtala undirskrivað við Hósvíkar Róðrar­felag