Tíðindi
Sosialráðgevi til Barnaverndartænastuna í VEKS
Hevur tú hug at gera mun fyri børn og barnafamiljur?
Barnaverndartænastan í VEKS tørvar ein dugnaligan og nærlagdan sosialráðgeva til okkara góða toymi.
Vit bjóða eitt spennandi og fjølbroytt starv, har eingin dagur er eins, og har tú fært góðar møguleikar at brúka tína fakligu vitan og kreativu evni til at finna loysnir, sum taka støði í tørvinum hjá einstaka barninum og familjuni.
Vit geva góða upplæring og innførslu í starvið, og regluliga supervisión. Vit raðfesta fakliga menning og bjóða góðar møguleikar at luttaka á skeiðum, ráðstevnum og viðkomandi eftirútbúgvingum.
Starvið er eitt fast fulltíðarstarv við møguleika fyri niðursettari arbeiðstíð. Starvið verður sett 1. november 2026 ella eftir nærri avtalu.
Um Barnaverndartænastuna
Barnaverndartænastan í VEKS fevnir um Vestmanna, Eiðis, Kvívíkar og Sunda kommunur og heldur til á Oyrarbakka.
Í tænastuni starvast tríggir sosialráðgevar, skrivari og leiðari. Vit leggja dent á eitt gott arbeiðsumhvørvi, har vit deila fakliga vitan og hava rúm fyri bæði at arbeiða sjálvstøðugt og fáa sparring. Vit hava góðar skrivstovukarmar og húsast saman við umsitingini í Sunda kommunu.
Arbeiðið er fyri tað mesta í dagtíð, og við fleksskipan hevur tú góðar møguleikar at fáa arbeiðslív og gerandisdag at hanga saman. Møguleiki er eisini fyri at arbeiða heimanífrá eftir avtalu.
Nakað av koyring skal væntast í starvinum.
Arbeiðsuppgávur
Arbeiðið fevnir um málsviðgerð av barnaverndarmálum, m.a.:
- Samrøður við børn og foreldur
- Heimavitjanir
- Stuðul og ráðgeving til børn og familjur
- Meting av tørvi og verksetan av fyriskipanum
- Tvørfakligt samstarv
- Fyrireiking av málum og fakliga undirbygdum tilmælum til Barnaverndarnevndina og Føroya Kærustovn
- Luttøka í vaktarskipanini
Vit leita eftir tær, sum
- Ert ábyrgdarfull/ur og dugir at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi
- Hevur góð samstarvs- og samskiftisevni
- Megnar at seta teg inn í støðuna hjá børnum og familjum
- Dugir væl at orða teg, bæði skrivliga og munnliga
- Dugir at skipa, samskipa og hava yvirlit
- Hevur evni at arbeiða undir trýsti
- Hevur áhuga fyri barnaverndararbeiði og ynskir at gera mun
Tínir førleikar
- Útbúgving sum sosialráðgevi
- Royndir innan almenna fyrisiting eru ein fyrimunur
- Royndir við 360° journalskipan eru ein fyrimunur
Setanarviðurskifti
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið (KAF) og Starvsfelagið. Luttøka í vaktarskipanini verður lønt við vaktargjaldi.
Starvsstaðurin er á kommunuskrivstovuni hjá Sunda kommunu á Oyrarbakka.
Sambært § 2 í barnaváttanarlógini hevur Barnaverndartænastan skyldu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.
Umsókn
Skrivlig umsókn við avriti av prógvi, CV, viðmælum o.ø. skal sendast til:
Barnaverndartænastan í VEKS
Oyrarbakkavegur 3
FO-400 Oyrarbakki
Ella við telduposti til bvt@sunda.fo.
Freistin at søkja starvið er 20. september 2026.
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Karin Joensen, leiðara fyri Barnaverndartænastuna í VEKS, á telefon 297201 ella á karinj@sunda.fo.
Vit gleða okkum at hoyra frá tær!
Um ikki nóg nógvir skikkaðir umsøkjarar eru, skilar Barnaverndartænastan sær rætt til at søkja av nýggjum.