Tíðindi
DAGFØRING - Bakteriur í drekkivatninum í Haldórsvík
01.08.2026
Dagføring 05.08.2026:
Tað eru framvegis staðfestar bakteriur í drekkivatninum í Haldórsvík, og tí verða fólk biðin um at kóka vatnið.
Trupulleikarnir við vatninum eru størri enn væntað, og tí verður trupulleikin ikki loystur fyrr enn í komandi viku.
Tað verður lýst í kringvarpinum og á www.sunda.fo tá trupulleikin er loystur.
Takk fyri tolsemi og skilningin.
01.08.2026:
Av tí at bakteriur eru staðfestar í drekkivatninum í Haldórsvík, verða fólk biðin um at kóka vatnið til lýst verður aftur.