Tíðindi

HOYMAlestur í Tjørnuvík

10.09.2019

Leygardagin 14. september verður ein serstakur bókmentadagur í Tjørnuvík.

Í samband við Mentanardagarnar í Sunda Kommunu skipar Rithøvundafelag Føroya í ár fyri stórum upplestrardegi.

15 limir felagsins koma at lesa egnar tekstir.
Hvønn tíma frá kl. 13.00 til kl. 17.00 byrjar nýtt tiltak á einum av fýra hugnaligum støðum í bygdini. Hvør høvundur lesur í 10 minuttir.
Tekstasløgini verða blandað, so har verður nakað til einhvønn.

Kom og uppliva nýggjar og áhugaverdar bókmentir, nógvir høvundar fara at lesa upp úr nýútgivnum ella enn ikki útgivnum tilfari.

Kom sjálv/ur, kom við børnum, kom við vinfólkum, kom við ommum og abbum, alt ið kann flyta seg er vælkomið til Tjørnuvíkar at njóta søgur og yrkingar.

Bókmentadagurin er ókeypis.

Skráin:
Kl. 13.00
Elin B. Heinesen
Turið Sigurðardóttir
Vónbjørt Vang

kl. 14.00
Lív í Baianstovu
Turid Thomsen
Rakel Helmsdal

kl. 15.00
Berljót av Skarði
Marjun Syderbø Kjelnæs
Carl Jóhan Jensen

kl. 16.00
Sámal K. Soll
Halda Hansen
Helle Thede Johansen

kl. 17.00
Vivian Sjóðklett
Sólgerð Andreasen
Ingun Christensen

Seinastu tíðindi

21
nov
Kunning um snarboð
19
nov
Býráðsfundur 24. november 2025
17
nov
Lækna­viðtalan við Norðskála er stongd hesa vikuna
04
nov
Jóla­trø­ini verða tendrað og jóla­brandbilu­rin vitjar
30
sep
Kavagrevstur
19
nov
Oyri og Oyrarbakki onki vatn
11
nov
Haldórsvíkarvegu­rin stongdur
10
nov
Nýggj trappa í svimji­høllini