Tíðindi
Tað grør um gangandi fót í Sunda kommunu
Fólkatalið í Sunda kommunu er vaksið úr 1.774 borgarum til 1.830 borgarar seinasta árið, frá 1. oktobur 2025 til 1. oktobur 2026. Ein vøkstur á 56 borgarar, ella 3,2%.
Tað var hugaligur lesnaður á KVF í dag, tá ið tíðindastubbin vísti á, at fólkatalið í Føroyum er vaksandi. Enn hugaligari var tað at lesa, at fólkavøksturin í Sunda kommunu er vaksin sera nógv seinasta árið.
Síðani samanleggingina í 2005 er tað einans frá 1. oktobur 2014 til 1. oktobur 2015, at vøksturin í fólkatalinum hevur verið størri. Tá vaks fólkatalið úr 1.621 borgarum til 1.688 borgarar. Ein vøkstur á góð 4,1%.
Samanbera vit okkum við aðrar kommunur, vóru tað 1. oktobur 2026 sambært Hagstovuni trettan kommunur í Føroyum, ið høvdu yvir 1.000 íbúgvar. Í fólkatali er Sunda kommuna 6. størsta kommunan í landinum, og av teimum trettan kommununum vóru tað einans tvær kommunur, ið høvdu hægri fólkavøkstur í prosentum enn Sunda kommuna seinasta árið.
Samstundis er vert at nevna, at kommunan í ár hevur selt met nógv grundstykkir, og tá árið endar væntast talið á seldum grundstykkjum at verða omanfyri 30 stykkir.