Tíðindi
Jólatrøini tendra og jólamenn í sløkkiliðsbili vitja
Týsdagin 24. november og mikudagin 25 november verða jólatrøini í Sunda kommunu tendrað og jólamenn í sløkkiliðsbili vitja.
Týsdagin 24. november:
Oyrarbakki kl 17.00
Við Gjógv kl 18.30
Mikudagin 25. november:
Hósvík kl 17.00
Hvalvík kl 18.00
Haldórsvík kl 19.00
Tjørnuvík kl 20.00
Skrá:
Borgarstjórin bjóðar vælkomin – jólatræið verður tendrað
Eiðis ljómfelag spælir
Prestur heldur talu.
Felagssangur: Føgur er Foldin (Eiðis ljómfelag spælir undir)
Eiðis ljómfelag spælir
Jólamenninir koma við sløkkiliðsbili - børnini fáa pakka (minni vinarliga børnini á, at tað er ein pakki hvør)
Øll eru vælkomin til ein drekkamunn eftir haldi, á hesum støðum:
Oyrarbakki – í Eydnuni
Gjógv – í bygdarhúsinum
Hósvík – í bygdarhúsinum
Hvalvík – í missiónshúsinum
Haldórsvík – í Avhaldshúsinum
Tjørnuvík – í bygdarhúsinum