Tíðindi

Lagt er upp til eitt kveikjandi vinnukvøld

11.09.2019

Lagt er upp til eitt kveikjandi og áhugavert vinnukvøld í Eydnuni á Oyrarbakka 16. September kl. 19.00. Í ár fáa vit vitjan av fleiri áhugaverdum gestum sum umboða ymiskar vinnugreinar.

Fyrsti gesturin er Ruben busk, stjóri og kokkur í fyritøkuni Matsmiðjan í Hósvík. Ruben  kemur at greiða frá virkseminum hjá Matsmiðjuni og søguni um ræstkjøtaburgarin sum hann hevur ferðast kring oyggjarnar við. Ruben kemur eisini at borðreiða brellbitar fyri aftaná.

Annar gesturin er Søren Svenning Danielsen, eigari av fyritøkuni Care on Sea í Hvalvík. Søren Svenning hevur drúgvar royndir við bátabygging og umvæling. Hann kemur at greiða frá virkseminum í Hvalvík og hvørjar framtíðar ætlanirnar eru við virkseminum.

Triðji gesturin Regin Jacobsen, stjóri í alifyritøkuni Bakkafrost. Regin kemur at greiða frá teirra virksemi, hvar alt byrjaði og hvussu ein familjufyritøka hevur vaksi seg til at gerast ein av heimsins størstu alifyritøkum. Regin kemur eisini at greiða frá teirra virksemi við Gjógv og aðrastaðni í kommununi.

Spennandi gestirnir borga fyri, at vinnukvøldið mánakvøldið 16. september kl.19.00 verður eitt sera spennandi og áhugavert tiltak.

Øll eru hjartaliga vælkomin

Seinastu tíðindi

09
okt
Skrivari til Barna­verndar­tænastuna í VEKS
06
okt
Koppseting ímóti beinkrím og Covid19
03
okt
Broyttar upplatingartíðir frá 6. oktober
03
okt
Dagføring: Vatnið í Tjørnuvík
03
okt
Dagføring av byggisamtyktarteksti­num
01
okt
Virkin oktober: 31 hugskot til at styrkja sálarligu heilsuna
30
sep
Kavagrevstur
26
sep
Burturbeining av leivdum frá fletting