Sjálvgreiðsla

Tíðindi

Umsjónarfólk til ognareindina

27.08.2026

Sunda kommuna søkir eftir ágrýtnum og ábyrgdarfullum umsjónarfólki til ognareindina at byrja í føstum starvi skjótast til ber.

Vit søkja eftir einum fólki til ognareindina, ið kemur at verða partur av eini eind, sum tekur sær av viðlíkahaldinum av kommunalu bygningunum í Sunda kommuna. Eisini er tað nýgerð, røkt og fyrifallandi arbeiði runt um í øllum 11 bygdunum í Sunda kommunu.

Umsjónarfólk vísa til arbeiðsformannin á ognareindini. Starvið er fjølbroytt og gevur høvi til persónliga og fakliga menning. Tann, ið verður sett/ur, kemur at arbeiða sjálvstøðugt og í minni toymum.

Um teg:

Vit vænta, at tú hevur royndir við handaligum arbeiði og/ella handverkara útbúgving. Somuleiðis vænta vit, at tú ert røkin, arbeiðssom/amur og hevur áhugað og sær týdningin av slíkum arbeiði fyri trivnaðin í kommununi. Tú dugir at arbeiða sjálvstøðugt, ert fyrikomandi og gevur eitt jaligt íkast til ognareindina. Kommunan hevur fleiri bygningar, og nógv ymisk starvsfólk og starvsbólkar húsast í kommunalu bygningunum. Tískil hevur tað stóran týdning at viðkomandi ið verður sett/ur, er tænastusinnað/ur og dugir væl við fólki.

Setanarviðurskifti:

Talan er um eitt fulltíðarstarv. Arbeiðstíðin er ímillum kl. 08.00 og 16.00 gerandisdagar, ið verður lønt sambært sáttmála millum avvarandi fakfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Súsonnu Á. Jensen, tekniska leiðara í Sunda kommunu á tlf. 297220 ella susanna@sunda.fo.  

Umsókn:

Umsókn við neyðugum skjølum skulu sendast við telduposti til sunda@sunda.fo, og skulu vera kommununi í hendi í seinasta lagi mikudagin 16. septembur 2026.


Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Merkið umsóknina “umsjónarfólk til ognareindina”.

Kommunan tilskilar sær rætt til at lýsa starvið av nýggjum, um ikki nóg nógvir ella skikkaðir umsøkjarar eru til starvið.