Tíðindi
Áhugin at seta búgv í Sunda kommunu er stórur
Lyklatøl staðfesta, at áhugin at seta búgv í Sunda kommunu í løtuni er sera stórur, og tað gongur væl í kommununi. Hetta verður staðfest við fólkatalinum, søluni av grundstykkjum og skattainntøkunum higartil í ár.
Stórur áhugi at seta búgv í Sunda kommunu:
Í 2025 seldi kommunan bert 2 grundstykkir. Í desembur 2025 samtykti býráðið at lækka kostnaðin á grundstykkjum, og hetta vísti seg at verða ein røtt avgerð, tí higartil í 2026 hevur Sunda kommuna selt 25 grundstykkir.
Fríggjadagin í farnu viku reisti Sp/f Bogi Hermansen 5 raðhús í Streymnesi, og ymiskar aðrar byggiverkætlanir av raðhúsum eru eisini í stoypiskeiðini komandi tíðina. Hetta letur eisini dyrnar upp fyri alternativum bústaðarmøguleikum í Sunda kommunu.
Fólkatalið vaksið nógv seinasta árið:
Síðani kommunurnar í Sundalagnum blivu til eina kommunu í 2005, hevur samanlagda Sunda kommuna havt støðugan fólkavøkstur at kalla øll árini. Árini aftaná Eysturoyartunnilin lat upp, noyddist kommunan tó at fyrihalda seg til ein nýggjan landafrøðiligan veruleika, hvat samferðslukervinum viðvíkur. Hetta sást eisini aftur í til og fráflytingini nøkur ár aftaná.
1. august 2023 var fólkatalið í Sunda kommunu tað hægsta nakrantíð, tá búðu tað 1.851 fólk í kommununi. Síðani fór fólkatalið at minka, og 1. oktobur 2025 var fólkatalið heilt niðri á 1.774 borgarum. Hóast almennu tølini hjá hagstovuni bert vísa per 1. juli enn, tá ið tað búðu 1.811 fólk í kommununi, so kundi umsitingin í dag staðfesta, at tað per 1. septembur 2026 búðu 1.831 fólk í Sunda kommunu. Ein vøkstur á 57 fólk, síðani 1. oktobur í fjør, og harvið hægsta fólkatalið í kommununi síðani áður nevnda metið í august 2023.
Inntøkurnar vaksa við:
Góða gongdin við fólkatalinum sæst eisini aftur í skattainntøkunum hjá kommununi. Fyri fíggjarætlanina 2026 var væntaða inntøkan frá persónsskatti sett á 88 mió. krónur. Higartil í ár, fyri 8 mánaðar, er inntøkan hjá kommununi frá persónsskatti gott 62 mió. krónur. Framrokna vit væntaðu inntøkuna fyri 12 mánaðar, so kann roknast við einari inntøku á 93 mió. krónur í persónsskatti. Tað vil siga gott 5 mió. meira enn væntað.
Góða gongdin skal halda fram:
At kommunan selur nógv grundstykkir, hevur stóra tilflyting og hægri skattainntøkur setur eisini krøv til politisku raðfestingarnar komandi tíðina. Baksíðan á medaljuni í metsølu av grundstykkjum er, at tørvurin at útvega fleiri grundstykkir í kommununi er átroðkandi. Kommunan er væl fyri fíggjarliga, hevur góðar skúlar, stovnar og frítíðar- og ungdómstilboð, so lunnarnir undir at menna kommununa enn meira eru lagdir. Nógvar spennandi verkætlanir eru í gongd í løtuni, og tað er um dagarnar sera hugaligt at vera ein partur av býráðnum og seta kósina í Sundalagnum.
Ert tú eisini áhugað/ur at seta búgv í Sunda kommunu? Set teg í samband við umsitingina á sunda@sunda.fo, ella við meklarafyritøkuna Skyn á skyn@skyn.fo. Tøk grundstykkir í Sunda kommunu síggjast eisini á heimasíðuni www.skyn.fo.
Eyðstein Zachariasen
Borgarstjóri