Tíðindi

  • Arbeiðsmenn við Margáir | Mynd: Sunda kommuna
  • Ítróttarhúsið við Margáir | Mynd: Sunda kommuna

Fótbóltur aftur við Margáir í 2020

29.10.2019

Arbeiðið við útbyggingini av ítróttarhúsinum við Margáir gongur væl, og verður húsið væntandi liðugt uttan innan ársskiftið.

Tað er fyritøkan Sp/f Müller í Kvívík sum ger arbeiðið. Við í arbeiðnum er eisini tak yvir øll tey verandi og tey nýggju sitiplássini umframt klæðing, vindeygu og annað.

Trivnaðarnevnd mælir til, at niðara hæddin í nýggja ítróttarhúsinum verður fitness miðstøð, og verður í løtuni arbeitt við hvussu hølini skulu innrættast. Arbeiðið at gera fitness miðstøð fer í gongd fyrst í komandi ár.

Í løtuni verða eisini nýggj vallarljós sett upp. Tað er Maskinhandilin í Runavík, sum hevur leverað ljósini. 

Kommunan gleðir seg til í summar, tá dystir aftur verða spældir við Margáir í Streymnesi, nú í enn betri umstøðum.

Myndirnar eru frá í dag 29. oktober 2019.

Seinastu tíðindi

17
des
Almennir býráðsfundir 2026
16
des
Prísurin fyri grund­stykkir lækkar
15
des
Kommunuskrivstovan fer í jólafrí
12
des
Fitt vitjan á kommunuskriv­stovuni
10
des
Stuðul til nýggjárshald
09
des
Býráðsfundur 15. desember 2025
02
des
Almenn áheitan á Landsverk
01
des
Jólasøga á bókasavninum