Sjálvgreiðsla

Tíðindi

Eldraráðið í VEKS skipar fyri kunnandi økisfundi

10.11.2026

Leygardagin 14. november kl. 15 verður kunnandi fundur fyri eldri borgarar í Sunda kommunu. Fundurin verður á Torginum í Skúlanum við Streymin.

VEKS er eitt kommunalt samstarv innan eldrarøkt og heimatænastu millum fýra kommunur í Norðurstreymoy og Norðureysturoy. Kommunurnar eru Vestmanna, Eiði, Kvívík og Sunda. Í 2024 varð eldraráð valt í kommununum í VEKS samstarvinum.

Eldraráðið skal millum annað kunna seg um ynskir og tørv teirra eldru og um viðurskifti hjá kommununum á eldraøkinum.

Harafturat skal eldraráðið virka fyri áhaldandi kunning til tey eldru um broytingar og nýskapan á eldraøkinum.

Eldraráðið hevur higartil hildið kunnandi økisfundir í Vestmanna og á Eiði.

Skráin fyri fundin leygardagin sær soleiðis út:

  • Vælkomin, Jens Jensen formaður í Eldraráðnum
  • Heima sum longst – hvat vil tað siga?  Páll á Reynatúgvu, stjóri í VEKS
  • Tilboð til fólk við demensi í VEKS,  Demenssamskipari í VEKS greiðir frá
  • Tá lívsfelagi hevur demens,  Naina Túgvustein, Demensfelagið og  Hanna Andreasen, avvarandi
  • Náttúrulundin við Streymin,     Edmund Joensen, stigtakari
  • Orðið frítt
  • Felagssangur og ein góður drekkamuður

Væl komin.

Eldraráðið í VEKS