Tíðindi
Ungdómshúsið til Havnar at spæla padel
12.11.2026
Kom við Ungdómshúsinum ein túr til Havnar at spæla padel!
Mánakvøldi 16. november hevur Ungdómshúsið leigað padelmiðstøðina á Hjalla frá kl. 18.00 til 19.00, og øll ung frá 8. flokki og uppeftir eru hjartaliga vælkomin við.
Bussurin koyrir frá Ungdómshúsinum á Oyrarbakka kl. 17.00 og koyrir heimaftur, tá liðugt er.
Praktisk kunning:
Kostnaður: Ókeypis
Hav innanduraskógvar, ítróttarklæðir og dunk við.
Tilmelding er neyðug
Tilmelding:
Send eitt SMS við navni til Jórunn á tlf. 259986.
Seinasta freist at melda til er sunnukvøldið kl. 22.00.
Vónandi hava nógv hug at koma við til eitt stuttligt kvøld.