Tíðindi

Jóltrøini verða tendrað

12.11.2019

Nú nærkast til jólatrøini verða tendrað.

Byrjað verður í Tjørnuvík sunnudagin 1. december kl. 16.00, tá jólini verða sungin inn í Tjørnuvíkar kirkju, síðani verður træið tendrað. Aftaná er nátturði í bygdarhúsinum.

4. og 5. desember verða hini jólatrøini tendrað runt um í kommununi. Til tiltøkini bjóðar borgarstjórin vælkomin, prestur heldur røðu og Eiðis ljómfelag spælir. Jólamenn vitja í brandbilinum og hava pakkar við til børnini. Tá jólatrøini eru tendrað, eru øll boðin til ein drekkamunn.

Sunnudagin 1. december

kl. 16.00 í Tjørnuvík 

Mikudagin 4. december

kl. 18.00 í Hósvík
kl. 19.00 í Hvalvík 
kl. 20.00 í Haldórsvík

Hósdagin 5. december

kl. 18.00 á handilsøkinum við Norðskála 
kl. 20.00 við Gjógv

Kunning um tiltøkini sæst eisini á facebook síðuni hjá sunda kommunu.

Seinastu tíðindi

11
feb
HVR ársins ítrótta­felagsskapur 2025
10
feb
Eldradagu­rin verður leygar­dagin 14 mars 2026
09
feb
Alment útboð av røkt og grassláing í Sunda kommunu
29
jan
Kommunu­stjóri til Sunda kommunu
28
jan
Tænastugjøld á tóm býli
28
jan
Undantaks­loyvi givið til at taða í Tjørnuvík
26
jan
Barsilsfar­loyvisstarv til barnagarðs­stovu á Dagstovni­num á Flatinum
05
jan
Tøk grundøkir alment til sølu