Tíðindi
Hvalvíkar kirkja 190 ár
25.11.2019
Sunnudagin 1. desember kl. 12.00 verður skipað fyri hátíðargudstænastu í Hvalvík í sambandi við, at kirkjan fyllir 190 ár.
Dagurin byrjar kl. 10.00 við at kirkjuráðið bjóðar øllum til morgunmat í missiónshúsinum í Hvalvík, har Gunnar Joensen fer at hugleiða um søguna.
Síðani verður farið í kirkju kl. 12.00 har Kristiliga sangkórið luttekur undir leiðslu av Sámali Matras og Jákup E. Petersen, prestur, prædikar.
Øll eru hjartaliga vælkomin