Sjálvgreiðsla

Tíðindi

Tillutan av hallartímum

27.08.2026

Freistin at søkja um venjingartímar í Ítróttarhøllini við Streymin fyri veturin 2026/2027 er . 02. septembur 2026

Sunda kommuna hevur evstu ábyrgd av útleigan av Ítróttarhøllini við Streymin. Skúlin hevur tó ábyrgdina frá kl. 8.00-15.00. Eftir hetta verða hallartímar tillutaðir til ítróttarfeløg og onnur.

Ítróttarfeløg í kommununi hava fyrimun og hallartímar verða fyrst og fremst tillutaðir til virksemi, sum vanliga er innandura.

Venjingar fyri børn og ung hava framíhjárætt til tímarnar frá 15.00 - 18.00.

Umsókn um tímar fyri veturin 2026/2027 skal sendast til sunda@sunda.fo innan 03. septembur 2026

Tillutan av føstum hallartímum verður tillutað av Trivnaðarnevndini í Sunda kommunu eftir tilmæli frá umsitingini. Tey, ið søkja um tímar, fáa svar síðst í septembur.