Tíðindi
Jógvan í Dali settur sum tekniskur leiðari
02.12.2019
í dag byrjaði Jógvan í Dali í farloyvisstarvi sum tekniskur leiðari hjá Sunda kommunu.
Jógvan er byggifrøðingur og hevur drúgvar royndir í byggivinnuni. Hann hevur starvast í nógv ár hjá ráðgevandi verkfrøðingastovu og frammanundan eisini sum byggimeistari.
Vit ynskja Jógvani hjartaliga vælkomnum í starvsfólkahópin.