Tíðindi
Nýggjur leiðari á Dagstovninum við Kráir
Á býráðsfundi tann 13. juli samtykti býráðið í Sunda kommunu einmælt at seta Hans Andrias Olsen í farloyvisstarvið sum leiðari á Dagstovninum við Kráir. Hans Andrias byrjar í starvinum komandi týsdag, 1. septembur. Farloyvisstarvið er galdandi í eitt ár.
Hans Andrias Olsen er 41 ára gamal, uppvaksin í Klaksvík og er búsitandi í Norðragøtu. Hans Andrias varð útbúgvin námsfrøðingur í 2014. Hann hevur starvast innan skúla, frítíðarskúla- og dagstovnsøkið, umframt serøkið. Síðani 2019 hevur Hans Andrias starvast sum leiðari í Frítíðarskúlanum við Stórá í Runavíkar kommunu. Eitt stutt skifti starvaðist Hans Andrias sum leiðari á ungdómshúsinum Garnhúsið, og er sostatt ikki heilt ókendur í Sundalagnum. Umframt fakligu eginleikarnar innan dagstovnaøkið hevur Hans Andrias nógvar royndir sum fótbóltsvenjari og leikari.
Vit í Sunda kommunu ynskja Hans Andriasi blíðan byr, og bestu eydnu í starvinum, við vón um tætt og gott samstarv.