Tíðindi

Jólasøla og café á Oyri

04.12.2019

Frá 1. til 15. desember 2019 er jólasøla og hugnalig café í gamla skúla á Oyri.

Á jólasøluni verða seldar ymiskar heimavirkaðar vørur, sum fólk, ið búgva Sundalagnum hava virkað. Har er nógv ymiskt at fáa og heilt sikkurt kann onkur jólagava finnast í gamla skúla á Oyri. Skúlin liggur niðri við landsvegin og góðir møguleikar eru at parkera tætt við.

Caféin selur nýbakaðar vaflur, te og kaffi.

Opið er frá kl.16.00 til kl.20.00 - leygardag er opið frá kl.13.00 til kl.17.00. Mánadag er stongt.

 

Seinastu tíðindi

15
des
Leinkja til stroyming til býráðsfundin
15
des
Kommunuskrivstovan fer í jólafrí
12
des
Fitt vitjan á kommunuskriv­stovuni
10
des
Stuðul til nýggjárshald
09
des
Býráðsfundur 15. desember 2025
02
des
Almenn áheitan á Landsverk
01
des
Loyvi at brenna bál á nýggjárinum
27
nov
Undantaks­loyvi givið til at taða í Tjørnuvík