Tíðindi
Dagtilhaldið letur upp aftur týsdagin 19. mai
14.05.2020
Nú Føroyar lata meiri upp er avgjørt at Dagtilhaldið Blákollan á Oyri aftur fer undir vanliga virksemi.
Opið verður týsdag og hósdag frá kl. 14.00-18.00.
Vit spritta og fylgja tilmælum. Uppmøting er undir egnari ábyrgd og ert tú í vandabólki kann vera skilagott at bíða eitt sindur.
Fylgt verður væl við í tilmælunum, sum koma frá mynduleikunum. Eru spurningar ella viðmerkingar eru tit vælkomin at kontakta leiðarin í dagtilhaldinum á tlf.: 222583.