Tíðindi

Ung í arbeiði 2020

22.05.2020

Nú ber til at tekna seg til "ung í arbeiði" 2020. Í ár verður arbeitt vikurnar 26 og 27, frá 22. juni til og við 3. juli.

Ung í arbeiði er eitt tilboð fyri ung í kommununi, sum komandi skúlaár fara í ávikavist 9. og 10. flokk. Arbeiðstíðin er átta tímar dagliga, fimm dagar um vikuna. Møtt verður klokkan 8.00 á morgni, og klokkan 16.00 seinnapartin er arbeiðsdagurin liðugur. Lønin er tann sáttmálaavtalaða tímalønin hjá Havnar Arbeiðarafelag umframt frítíðarløn.

Tey, sum eru áhugað í hesum tilboði, verða biðin um at seta seg í samband við kommununa á tlf. nr. 667271 ella við at senda ein teldupost til sunda@sunda.fo, og melda seg til.

Við tilmelding skal upplýsast navn, bústaður, føðiár, telefonnummar, flokkur, kontonummar og eftirlønarkonta.

Freistin av melda til er mikudagin 17. juni 2020.



 

Seinastu tíðindi

29
jan
Kommunu­stjóri til Sunda kommunu
28
jan
Tænastugjøld á tóm býli
28
jan
Undantaks­loyvi givið til at taða í Tjørnuvík
26
jan
Barsilsfar­loyvisstarv til barnagarðs­stovu á Dagstovni­num á Flatinum
05
jan
Tøk grundøkir alment til sølu
17
des
Almennir býráðsfundir 2026
26
jan
Býráðsfundur 26. januar 2026
22
jan
Innskriving til 1. flokk