Tíðindi

Vælkomin á Sundalagsstevnu í Hósvík

25.06.2020

Komandi vikuskiftið verður ársins Sundalagsstevna hildin í Hósvík.

Stevnan byrjar við hugnaligum tiltøkum í bygdini hóskvøldið 25. juni. Jákup Erlingsson Petersen, prestur, heldur setanarrøðuna.

Fríggjakvøldið verður stevnudystur millum EB-Streym og B36 við Margáir.

FM-kappróðurin verður leygardagin kl. 15.00 og sama dag er ymiskt annað fyri børn og vaksin, bæði á havnalagnum og heimi í bygdini.

Mín vón er, at Sundalagsstevnan fer at savna fólk úr allari kommununi, og úr øllum Føroyum. Latið okkum leggja gerandisdagin frá okkum eina løtu og njóta samanhaldið og hyggja at spennandi kappróðri, sjálvandi við landsins tilmælum um frástøðu í huga.

Eg vil takka fyrireikarunum, Hósvíkar Róðrarfelag og Bygdarfelagnum Varðanum fyri, at tey hava lagt stevnuna til rættis, soleiðis at stevnugestir fáa eitt hugnaligt vikuskifti.

Skráin fyri stevnuna sæst á www.sunda.fo.

Verið vælkomin til Hósvíkar á Sundalagsstevnu

Seinastu tíðindi

29
jan
Kommunu­stjóri til Sunda kommunu
28
jan
Tænastugjøld á tóm býli
28
jan
Undantaks­loyvi givið til at taða í Tjørnuvík
26
jan
Barsilsfar­loyvisstarv til barnagarðs­stovu á Dagstovni­num á Flatinum
05
jan
Tøk grundøkir alment til sølu
17
des
Almennir býráðsfundir 2026
26
jan
Býráðsfundur 26. januar 2026
22
jan
Innskriving til 1. flokk