Tíðindi
Námsfrøðingur til Dagstovnin við Kráir
Dámar tær at gera mun í lívinum hjá børnum? Trýrt tú upp á spæl, nærveru og menning? So ert tú kanska okkara nýggi starvsfelagi.
Vit leita eftir tveimum eldhugaðum námsfrøðingum, sum hava hug at vera partur av einum dugnaligum starvsfólkahópi, har trivnaður, faklig menning og gott samstarv eru í miðdeplinum.
Um starvið
Annað starvið er á barnagarðsstovu, meðan hitt starvið er í Frítíðarskúlanum við Margair. Bæði størvini eru 30 tímar. Størvini vera sett frá 1. Novembur 2026 ella skjótast gjørligt eftir tað.
Sum námsfrøðingur hjá okkum verður tú ein týðandi partur av gerandisdegnum hjá børnunum. Tú skapar tryggleika, mennandi læringsumhvørvið og gevur børnunum bestu fortreytir fyri at vaksa, læra og trívast.
Vit arbeiða út frá hugsanini um, at:
- Børn læra gjøgnum spæl.
- Góð relatión skapa menning.
- Nærvera og umsorgan eru grundarlagið undir trivnaði.
- Hvørt barn hevur virði og møguleikar.
Vit vænta, at tú:
- Ert útbúgvin námsfrøðingur.
- Hevur áhuga í fakligari menning.
- Ert ábyrgdarfull/ur og sjálvstøðug/ur.
- Møtir børnum, foreldrum og starvsfeløgum við virðing og opinleika.
- Hevur gott hugflog og dirvi at royna nýggjar leiðir.
Vit bjóða:
- Eitt arbeiðspláss við høgum námsfrøðiligum ambitiónum.
- Ein gerandisdag við rúmi fyri hugskotum og nýskapan.
- Fakliga sparring og møguleikar fyri menning.
- Eitt sterkan starvsfólkahóp, har vit hjálpa og lyfta hvønn annan.
- Ávirkan á námsfrøðiliga arbeiðið og menningina av stovninum.
Setanarviðurskifti
Størvini verða sett sambært sáttmála við Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.
Sambært §2 í Barnaváttanarlógini hevur Sunda Kommuna skyldu at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.
Umsókn
Hevur tú hug at gerast partur av okkara dugnaliga toymi. Send umsókn við prógvum og viðkomandi skjølum til krair@sunda.fo í seinasta lagi mánadagin 19 oktobur. 2026.
Um eingin námsfrøðingur søkir, kann hjálparfólk verða sett í tíðaravmarka starv.
Ynskir tú at vita meira um starvið, ert tú vælkomin at venda tær til Hans Andrias Olsen, leiðara, á telefon 297235
Vit gleða okkum at hoyra frá tær.