Tíðindi

Avhending av Skúlanum við Streymin

15.09.2020

Mánadagin 14. september 2020, varð nýggi Skúlin við Streymin handaður Sunda kommunu.

Talan er um størsta bygging nakrantíð í Sunda kommunu.

Skúlin og nýggja ítróttarhøllin eru tilsamans 3.200 fermetrar til støddar. Samanvið verandi byningum er nú rúm fyri øllum næmingum í kommununi.

Í nýggja skúlanum eru felagshølið, kantina, bókasavn, lærarastovur og 6 skúlastovur. Ítróttarhøllin, sum er nakað seinkað orsaka corona, verður handað kommununi innan ein mánaða.

Nú verður farið undir at flyta innbúgv inn og seta listina upp. Eftir ætlan verður skúlin tikin í nýtslu miðskeiðis í oktober mánaða í ár. 

Kommunan fegnast um, at kunna taka ímóti hesum megnar byggiavrikið sum sp/f Joen Petur Vang, byggimeistari hevur bygt. 

Samlaða verkætlanin liggur um 110 milliónir krónur.

Myndir frá avhandanini síggjast her:

Seinastu tíðindi

12
des
Fitt vitjan á kommunuskriv­stovuni
10
des
Stuðul til nýggjárshald
09
des
Býráðsfundur 15. desember 2025
02
des
Almenn áheitan á Landsverk
01
des
Loyvi at brenna bál á nýggjárinum
27
nov
Undantaks­loyvi givið til at taða í Tjørnuvík
24
nov
Einki dagstovnagjald í desembur
24
nov
Fíggjarætlanin 2026 einmælt samtykt