Tíðindi
Kunnandi tiltak um rottutýning
Rottutýning fyllir nógv í kommununi, og avbjóðingin er samansett av fleiri ymiskum átøkum, ið krevja ein felags vilja at basa rottu í økinum.
Í hesum sambandi bjóðar Sunda kommuna, saman við Umhvørvisstovuni, til upplýsandi tiltak um rottu og rottutýning. Tiltakið verður á Torginum í Skúlanum við Streymin mikukvøldið 23. septembur kl. 19.00.
Birita Kjærbæk frá Umhvørvisstovuni hevur eitt upplegg um rottu og rottutýning.
Súsanna Á. Jensen, tekniskur leiðari í Sunda kommunu, greiðir frá mannagongdunum hjá kommununi í sambandi við rottutýning.
Jann T. Eldevig, borgari í Sunda kommunu, greiðir frá um rottuhundin Asterix, og hvussu teir arbeiða.
Nú fjøllini eru í nánd, og kommunan hevur rottukassar tøkar til hagapartarnar at bera út, vóna vit at síggja fleiri jarðareigarar og festarar. Rottukassar verða útvegaðir til tiltakið. Tiltakið er annars alment, og øll eru hjartaliga vælkomin.
Sunda kommuna