Sjálvgreiðsla

Tíðindi

Eirikur Samuelsen ársins herðaklapp 2026

12.09.2026

Sunda kommuna hevur nógv tey seinastu árini heiðrað persóni ella felagsskapi, ið hevur gjørt ólønt ella sjálvboðið arbeiði, sum er til gagns fyri borgarar í kommununi. Siðvenja er at handa hendan heiður, tá ið árligu mentanardagarnir verða settir.

Trivnaðarnevndin gjørdi av, at Eirikur Samuelsen skuldi hava ársins herðaklapp 2026. Í grundgevingini stóð soleiðis:

Í nógv ár hevur hann gingið sum ein sjónlig, hjartagóð, røsk og blíð bygdarmynd, sum øll kennast við og virðismeta høgt.

Hann hevur sýnt einastandandi tænastusemi og sannan kærleika til heimbygdina. Við ótroyttum eldhuga og trúfesti hevur hann halgað sína tíð til at reinsa, rudda og røkja sandin, eins og hann hevur sligið grasið, bæði á økinum omanfyri sandin, og á Lítlasandi.

Framvið og upp ígjøgnum Kluftá liggur eitt megnar arbeiði eftir hann. Hann ber umsorgan fyri ánni og heldur hana reina við at rudda og at laða tað grótið, ið dettur niður. Hann slær eisini grasið fram við áarbakkanum, og á hendan hátt hevur hann skapt eitt vakurt og hugnaligt stað, sum er til stóra gleði og sálarbót fyri bygdafólkið og vitjandi, ið leggja leiðina framvið. Sum eitt varandi, snotiligt og hugsunarsamt minni hevur hann eisini latið reisað ein prýðiligan stein beint við træbrúnna um Kluftá. Á steininum standa væl valdu orðini, ið fær tankameldrið á einum og hvørjum at hugsa. Væl valdu orðini siga tað soleiðis: ''Sum streymur í Kluftá fer tíðin avstað. Hugsa um tað.''

Soleiðis varð lýsingin av ársins herðaklappi 2026 lýst. Ársins herðaklapp 2026 varð skjótt 77 ára gamli Eirikur Samuelsen, ið er búsitandi í Haldórsvík. Tíverri fekk Eirikur ikki luttikið til setanina, men fleiri av teimum nærmastu vóru møtt. Synirnir Jónleif og Sonni tóku ímóti heiðurinum fyri pápan. 

Sunda kommuna ynskir við hesum Eiriki Samuelsen hjartaliga tillukku við heiðurinum ársins herðaklapp 2026!

Myndirnar til setanina tók Kjartan Madsen.