Tíðindi

Sunda kommuna partur av talgildu Føroyum

16.09.2020

Fyrrapartin í dag gjørdu tríggjar kommunur aftrat avtalu við Fíggjarmálaráðið um Talgildu Føroyar. Vága-, Sørvágs- og Sunda kommuna skrivaðu undir avtalu, ið gevur teimum atgongd til talgilda undirstøðukervið í Føroyum. 

Sostatt eru tað nú 6 kommunur, ið hava gjørt avtalu. Frammanundan hava Tórshavnar-, Nes-, og Eysturkommuna gjørt avtalu um Talgildu Føroyar. 

Kommunurnar kunnu nú saman við Talgildu Føroyum fara undir at menna talgildar tænastur til sínar borgarar á Vanganum. Vangin er komandi tænastuportalur, har føroyingar trygt og lætt kunnu avgreiða almenn viðurskifti á einum stað. Felags snið og funkur fara at gera tað lætt hjá fólki at brúka tænasturnar.  

Kommunurnar veita í dag sínum borgarum nógvar ymiskar tænastur. Ein skipað og miðsavnað talgilding er við til at hækka tænastustøðið mótvegis borgarunum. Við avtalunum í dag fáa gott 30.000 føroyingar atgongd til kommunalar tænastur á Vanganum. 

Fíggjarmálaráðið og Talgildu Føroyar fegnast um avtalurnar. Umframt kommunurnar eru átta landsstovnar í holt við at menna talgildar tænastur á Vanganum, og aðrir stovnar eru farnir undir fyrireikingar til at koma við á Vangan. 

Seinastu tíðindi

15
des
Kommunuskrivstovan fer í jólafrí
12
des
Fitt vitjan á kommunuskriv­stovuni
10
des
Stuðul til nýggjárshald
09
des
Býráðsfundur 15. desember 2025
02
des
Almenn áheitan á Landsverk
01
des
Loyvi at brenna bál á nýggjárinum
27
nov
Undantaks­loyvi givið til at taða í Tjørnuvík
24
nov
Einki dagstovnagjald í desembur