Tíðindi

Nýggja býráðið í Sunda kommunu hevur skipað seg

13.11.2020

Á fundi í gjár varð breið semja gjørd millum allar býráðslimir um samstarv og framtíðarraðfestingar í Sunda kommunu komandi árini. Semja er um, at borgarstjórin komandi fýra árini verður Jógvan Kruse og varaborgarstjóri verður Eyðstein Zachariasen.

Nýggj Vinnu- og Umhvørvisnevnd verður sett á stovn undir leiðslu av Esther Dahl, meðan Tekniska nevnd verður undir leiðslu av Rógva Nybo og Trivnaðarnevndin undir leiðslu av Eyðsteini Zachariasen.

Semjan í gjár inniheldur yvirornað átrokandi tørvin á víðkan av kirkjugarði við Norðskála og í Hósvík. Spillvatnsskipanin í allari kommununi verður liðug og at tøk grundøki verða í øllum økinum, samstundis sum arbeitt verður við fjølbroyttum bústaðarmøguleikum í Sunda kommunu.

Semja er um, at samferðslan og ferðslutrygd verður raðfest og liðuggerð av verandi verkætlanum. Ferðavinnan skal skipast og arbeiðast skal við fjølbroyttum starvs- og vinnumøguleikum í Sunda kommunu og at Sunda kommuna skal gerast ein ruddiligari kommuna. Eldraøkið fær høga raðfesting saman við skúla- og dagstovnaøkinum. Semja er um at arbeiða fram móti vetrarfriðing, har ynski er um tað og útiøkið, bátahyljar og bátadráttar verða settir á skrá. Semja er somuleiðis um, at dentur verður lagdur á smærru ítróttarfeløgini og frítíðartilboðini til børn og ung og at samskiftið verður tikið upp um kommunalt samstarv um bussleið í økinum.

 

Vegna býráðið Jógvan Kruse

Seinastu tíðindi

16
sep
Fimm starvsdagar, og dagstovnur við 35 árum á baki.
15
sep
Gudrun Joensen ársins herðaklapp 2025
10
sep
Skráin fyri Mentan­ardagar 2025
09
sep
Endur­lýsing: Umsjónar­fólk til veitingareindina
05
sep
Tilmelding til Stakkin
03
sep
Tilmeld­ingar­skipanin til frítíðarundirvísing­ina er opin
18
aug
Ungdóms­húsið í Sunda kommunu er opið
11
sep
Vatnið á Langasandi