Tíðindi
Ítrótta- og rørsludagur í Havn fyri børn, sum bera brek ella hava serligan tørv.
Sunnudagin 20. september kl. 13.00–15.00 skipar parasport “Øll við” fyri einum ítrótta- og rørsludegi í Gundadali í Havn fyri børn, sum bera brek ella hava serligan tørv.
At byrja við, verður vælkomu og felags upphiting í gundadalshøllini, áðrenn farið verður út í viðarlundina á eina rennileið. Hereftir aftur í gundadalshøllina, har børnini kunnu royna ymiskar ítróttir og aktivitetir, so sum kurvabólt, fótbólt og kúlukast.
Endamálið er at skapa ein stuttligan og hugnaligan dag við rørslu og felagsskapi, har øll kunnu vera við á sínum egna støði. Tað merkir, at um tú ikki hevur vanligan førleika at t.d. spæla fótbólt, finna vit tín máta at spæla fótbólt, so tú kann luttaka á tín hátt.
Familja, vinir og onnur avvarðandi eru eisini hjartaliga vælkomin at luttaka.
Øll børnini fáa eina Øll við-helsi, og vit bjóða eisini okkurt gott at eta og drekka. Tiltakið er ókeypis.
Tilmelding í seinasta lagi mánadagin 14. september á harrietd@av.fo.
Í tilmeldingini vinarliga upplýsið:
navn og aldur á barninum
navn og telefonnummar hjá einum avvarðandi
hvussu nógv koma tilsamans
um maturin skal vera glutenfríur og/ella laktosufríur
um tað er annað, sum vit eiga at vita fyri at geva barninum eina góða og trygga uppliving.
Vit gleða okkum til ein góðan og hugnaligan” Øll við”-dag í Gundadali!
Javni vil viðmæla øllum áhugaðum limum at fara við.