Tíðindi

Punktum sett – Skúlin við Streymin kostaði 127 milliónir

29.12.2020

Á eyka býráðsfundi 28.12.2020 varð eykajáttan á 8 mió. kr. til Skúlan við Streymin samtykt við 2. viðgerð. Samlaða verkætlanin til Skúlan og høllina við Streymin kostaði Sunda kommunu 127 mió. kr.

Kommunan skyldar nú 60 mió. kr. fyri skúlan, sum verða goldnar aftur yvir 6 ár. Restin er longu goldið yvir raksturin. Býráðið hevur sostatt megnað at byggja hesa stóru verkætlan uttan at nærkast eini álíkning.

Býráðsfundurin 28.12.2020 var tann seinasti í hesi setuni og kann fráfarandi býráð við hesum fegnast um at endaligar avtalur eru gjørdar við allar partar viðvíkjandi Skúlanum við Streymin og at nú er punktum sett í hesi stóru verkætlan.

Seinastu tíðindi

22
des
Lesa til próvtøku um jóltíðir?
19
des
Heiðran av sløkkiliðs­fólkum
17
des
Almennir býráðsfundir 2026
16
des
Prísurin fyri grund­stykkir lækkar
15
des
Kommunuskrivstovan fer í jólafrí
12
des
Fitt vitjan á kommunuskriv­stovuni
10
des
Stuðul til nýggjárshald
09
des
Býráðsfundur 15. desember 2025