Tíðindi

Fyrilestur um relatiónsførleikar og yrkisliga samskiftið

21.09.2021

Hósdagin 21. oktober kl. 18:30 - 20:30 verður fyrilestur um relatiónsførleikar og yrkisliga samskiftið í Miðhøllini í skúlanum við Streymin

Ugur Kevioglu, ICDP lærari fyri Barnabata, arbeiðir við at skapa betri trivna í føroysku skúlunum. Tað ger hann millum annað gjøgnum sokallaða ICDP – háttin, sum hann við jøvnum millumbili undirvísir lærarum og námsfrøðingum í, og sum hann í næstum fer at halda fyrilestur um kring landið.

ICDP er ein granskingargrundað ástøðilig tilgongd, ið arbeiðir við menna samspælið millum børn og vaksin.

Grundhugsjónin í tilgongdini er – sum úrslitini eisini vísa okkum greitt – at besti háttur at hjálpa einum barni er støðugt at førleikamenna persónar, ið hava umsorgan fyri barninum.Tá vit hava ein trupulleika við einum barni, hava vit ofta lyndi til at kanna barnið einsamalt. Vit mugu flyta fokus og hyggja at samskiftinum, sum barnið er partur av. Tá kunnu vit betra samskiftið, sum barnið er partur av.

Arbeitt verður miðvíst út frá trimum sensitiverings meginreglum. Sambært ICDP er tað góða samskiftið grundað á teir tríggjar dialogarnar, sum fevna um ávikavist tann kensluliga, meiningsfulla og leiðbeinandi dialogin. Harafturat átta leiðreglum, sum eitt nú snúgva seg um at vísa gleði fyri barninum, viðurkenna barnið, fanga uppmerksemið hjá barninum við eldhuga og at skapa karmarnar vegleiðandi.

Hesar átta leiðreglurnar eru kjarnin í, hvussu vit skapa gott samskifti. Øll sambond, vit hava við onnur menniskju, eru pakkað inn í hesi átta samanspæls temuni.

Við at fylgja hesum, verður ein meira varugur við, hvat børnini siga og gera, og hvat tey veruliga meina við tí, sum tey siga og gera. Hesin relatiónsførleikin fær yrkisfólk at umhugsa, hvussu teirra samband veruliga er við børnini. Tí trivnaður kemur bara, tá har eru góð sambond.

Í Føroyum verður ICDP brúkt sum førleikamenning til nógvar ymiskar fakbólkar: Dagrøkt, námsfrøðing, lærara og hjálparfólk, og er hesin fyrilestur ætlaður teimum, ið starvast innan hesi øki.

Fyrilesturin er á donskum og er ókeypis. Ein stuttur steðgur verður til kaffi/te og annað gott. 

Barnabati er fyriskipari. Tilmelding: arnfrid@barnabati.fo áðrenn t. 19. oktober.

Seinastu tíðindi

19
apr
Avloysari til Dagstovnin við Stórheygg í Hósvík
09
apr
Stuðul til ítróttarfeløg, frítíðarvirksemi og áhugafeløg
09
apr
Skrá til eldradagin
22
mar
Vinnuparkering
20
mar
Eldradagur verður leygar­dagin 20. apríl
18
apr
Trupuleikin við vatnveiting­ini undir Garðsenda í Hósvík er loystur.
15
apr
Ástaðarfundur í Hósvík
03
apr
Rottangatøming í Sunda kommunu