Tíðindi

Jógvan Philbrow nýggjur dagstovnaleiðari

24.06.2025

Jógvan Philbrow er settur í starv sum dagstovnaleiðari á dagstovninum á Flatinum á Oyrarbakka.

Býráðið í Sunda kommunu samtykti á býráðsfundi tann 23. mai 2025 at seta Jógvan Philbrow í starv sum dagstovnaleiðari á Flatinum á Oyrarbakka.

Jógvan er 51 ára gamal og útbúgvin námsfrøðingur. Hann hevur starvast sum stovnsleiðari í góð 10 ár, og síðani sum formaður í Føroya Pedagogfelag í 9 ár. Seinasta árið hevur Jógvan starvast sum námsfrøðingur á dagstovninum Brúsa í Leirvík.

Jógvan byrjar í starvinum 1. august 2025, og Sunda kommuna ynskir honum blíðan byr í nýggja starvinum.

Seinastu tíðindi

04
nov
Jóla­trø­ini verða tendrað og jóla­brandbilu­rin vitjar
30
okt
Skatta­listin 2024
30
sep
Kavagrevstur
11
nov
Haldórsvíkarvegu­rin stongdur
10
nov
Nýggj trappa í svimji­høllini
10
nov
DAGFØRT: Bakteriur í drekkivatni­num við Áir, Langasandi og Haldórsvík
31
okt
Avtala undirskrivað við Hósvíkar Róðrar­felag
30
okt
Umhvørvisplássið er stongt leygar­dagin 01.11.2025