Tíðindi
Fráfaringarløtan hjá Rosu Prestá
20.06.2025
Í heili 25 ár hevur Rosa starvast sum leiðari á dagstovninum á Flatinum á Oyrarbakka.
Aftaná drúgva tænastu øll hesi árini hevur Rosa valt at gevast. Í hesum sambandi var almenn fráfaringarløta mikudagin, har Rosa segði nøkur orð og takkaði fyri tíðina.
Borgarstjórin takkaði, vegna kommununa, Rosu fyri sera gott samstarv. Rosa hevur gjørt eitt megnar arbeiði og hevur lagt hjartað og sál í sína uppgávu. Rosa hevur víst umsorgan, tol og styrki, og er hon eisini sera arbeiðssom, álítandi, fyrikomandi og hjálpsom.
Eingin ivi er um, at tað verður stórur saknur í Rosu á dagstovninum á Flatinum.
Vit ynskja Rosu og familjuni alt tað besta í komandi tíðum.
Seinastu tíðindi
10
feb
Eldradagurin verður leygardagin 14 mars 2026
09
feb
Alment útboð av røkt og grassláing í Sunda kommunu
29
jan
Kommunustjóri til Sunda kommunu
28
jan
Tænastugjøld á tóm býli
28
jan
Undantaksloyvi givið til at taða í Tjørnuvík
26
jan
Barsilsfarloyvisstarv til barnagarðsstovu á Dagstovninum á Flatinum
05
jan
Tøk grundøkir alment til sølu
17
des