Tíðindi

  • Kirstin Hansen (málsviðgeri), Jógvan Jákup Haraldsen (umsjónarmaður), Herolvur Hansen (skúla- og hallarvørður), og Hans Andreas Dahl (halldarvørður). Hildur Durhuus (trivnaðarsamskipari) manglar á myndini.

Hallarvørður og trivnaðarsamskipari eru sett

13.01.2022

Við ársbyrjan 2022 hevur Sunda kommuna sett tvey fólk – ein hallarvørð, ið skal taka sær av dagliga arbeiðinum í Ítróttahøllini við Streymin og ein trivnaðarsamskipara at fjølga um trivnaðin í kommununi.

Sunda kommuna fegnast um, at áhugin at starvast í kommununi er stórur og takkar fyri allar umsóknirnar, ið komu inn til størvini sum hallarvørður og trivnaðarsamskipari. Afturat hesum báðum størvum komu fleiri nýggj starvsfólk í 2021, ið vit ikki hava kunngjørt á okkara heimasíðu.

Hallarvørður

Hans Andreas Dahl, sum seinasta árið hevur verið í fyribilsstarvi hjá kommununi, er nú settur í fast starv sum hallarvørður.

Starvið sum hallarvørður er partíðarstarv og fer Hans Andreas at røkja starvið afturat starvinum sum byggifrøðingur hjá Løvubetong.

Annars kann nevnast at Hans Andreas er havnarmaður búsitandi á Oyri. Hann er virkin í EB hondbólti og hevur seinastu nógvu árini verið ungdómsvenjari hjá EB.

Trivnaðarsamskipari

Hildur Durhuus, sum síðani mars 2021 hevur røkt farloyvisstarvið sum trivnaðarsamskipari hjá Sunda kommunu, er nú sett í fast.

Trivnaðarsamskiparin er ein týðandi partur av umsitingini í Sunda kommunu og hevur hópin av spennandi uppgávum innan samskifti og samskipan. Hildur hevur ábyrgd av at samskipa tiltøk hjá Sunda kommunu og leiklutin hjá kommununi við onnur, ið fyriskipa tiltøk í Sunda kommunu. Eisini hevur hon samskiftið við ítróttarfeløg, frítíðarvirksemi, áhugafeløg, trúarlív, vinnufeløg, einstaklingar v.fl. um hendi.

Sum trivnaðarsamskipari er Hildur eisini skrivari í trivnaðarnevndini og hevur ábyrgd av at fyrireika og avgreiða mál hjá trivnaðarnevndini.

Hildur er útbúgvin Master í upplivingarleiðslu og hevur drúgvar royndir frá størvum í upplivingar- og ferðavinnuni, bæði í privata geiranum og í almennu umsitingini.

Fleiri nýggj andlit í 2021

Fyrst í 2021 varð Jógvan Jákup Haraldsen settur í starv sum umsjónarmaður á ognareindini hjá kommununi, áðrenn hetta var hann í starvi hjá Faroe Origin.

Síðsta vár byrjaði Herolvur Hansen, í starvinum sum skúla- og hallarvørður í Skúlanum við Streymin. Herolvur er útbúgvin bilmekanikari og hevur drúgvar royndir sum handverkari og verkstaðsleiðari.

Á teknisku deild varð styrkt um starvsfólkahópin, tá kommunan setti Kirstin Hansen í starv sum málsviðgera. Kirstin, ið er byggifrøðingur, kom frá einum starvi sum eindarleiðari hjá Landsverk. Kirstin byrjaði í starvinum 1. mai í fjør.

Sunda kommuna fegnast um at hava ein breiðan og fakliga sterkan hóp, ið kann veita nógvar og ymiskar tænastur til borgarnar. Vit ynskja øllum tillukku við starvinum og vælkomnum til Sunda kommunu.

Seinastu tíðindi

24
apr
Býráðsfundur 29. apríl 2024
24
apr
Stongt flaggdagin
24
apr
Leiðari fyri frítíðarundirvísing­ina settur
23
apr
VÆLKOMIN Í 50 ÁRA FØÐINGARDAG
23
apr
Konsert í gjónni við Gjógv 28. apríl 2024
22
apr
Flaggdagshald í Hvalvík
19
apr
Avloysari til Dagstovnin við Stórheygg í Hósvík
09
apr
Stuðul til ítróttarfeløg, frítíðarvirksemi og áhugafeløg