Tíðindi

Burturbeining av leivdum frá fletting

03.10.2022

Visti tú, at leivdir frá fletting dálka sera illa? IRF fær nógvar fullar vembur inn at brenna, og tað viðførir dálkandi útlát frá skorsteininum. Tí er sera týdningarmikið at tøma vemburnar, áðrenn tær verða koyrdar burtur.

Tá ið flett verður, er tað týdningarmikið fyri umhvørvið, at leivdirnar verða rætt burturbeindar.

Soleiðis skulu leivdir burturbeinast:

  • Lat seyðaskinn til góðkenda endurnýtslu (les meira um hetta niðanfyri)
  • Tøm vemburnar
  • Lat blóð og annað vatn seta frá, áðrenn leivdirnar verða burturbeindar
  • Lat innvøl og leivdir í plastposar, áðrenn tað verður latið í bingjurnar. 

Umhvørvisplássið

Í sambandi við slaktið er umhvørvisplássið við Streymin eisini opið mánadagar í oktober. Tað vil siga 3. oktober, 10. oktober, 17. oktober og 24. oktober.

Í oktobur er umhvørvisplássið við Streymin er opið soleiðis:

mánadag 14:00-16:00
týsdag, hósdag og fríggjadag 14:00-16:00
mikudag 14:00-18:00
leygardag 13:00-17:00

Seyðaskinn til endurnýtslu

Eitt tað mest dálkandi at brenna hjá IRF eru seyðaskinn. Av hesi orsøk verður heitt á fólk at lata seyðaskinn til endurnýtslu.

Í løtuni er tað bert Oikos, sum er góðkendur móttakari av seyðaskinnum í Føroyum. Um tit ætla at lata skinn til Oikos, er tað sera umráðandi, at tit fylgja krøvunum frá Heilsufrøðiligu starvsstovuni hesum viðvíkjandi. Les meira her.

Búnaðarstovan hevur skipanina viðvíkjandi stuðli til seyðaskinn um hendi. Tak niður reglugerð fyri veiting av stuðulsjáttan til føroysk seyðaskinn.

Fyri at Oikos kann gagnnýta skinnini, er tað sera týdningarmikið, er skinnini verða væl køld niður beint eftir flettingina, og at tit ansa eftir, at roðin ikki tornar. Les meira um vegleiðingarnar hjá Oikos her.

Hví dálkar tað at brenna leivdir frá flettingini?

Hitin í ovninum hjá IRF er vanliga um 1.000 stig.  Fer hitin niður á 850 stig, viðførir tað dálkandi útlát í roykinum. Um heystið, tá ið nógvar vátar leivdir frá flettingini koma inn, kann tað verða trupult hjá IRF at halda ovnin nóg heitan, til tess at forða fyri dálkandi útláti. Vit heita tí á fólk, um at fylgja omanfyri nevndu vegleiðing, so vit í felag kunnu verja umhvørvið.

 

Seinastu tíðindi

16
sep
Fimm starvsdagar, og dagstovnur við 35 árum á baki.
15
sep
Gudrun Joensen ársins herðaklapp 2025
10
sep
Skráin fyri Mentan­ardagar 2025
09
sep
Endur­lýsing: Umsjónar­fólk til veitingareindina
05
sep
Tilmelding til Stakkin
03
sep
Tilmeld­ingar­skipanin til frítíðarundirvísing­ina er opin
18
aug
Ungdóms­húsið í Sunda kommunu er opið
11
sep
Vatnið á Langasandi