Tíðindi

FUGLAR OKKARA á Sunda bókasavni

18.10.2022

Kom og hugna tær í ein góðan tíma saman við tveimum serfrøðingum, sum hugfangandi greiða frá fuglum her á landi.

Sum liður í bókaframløgum kring landið, fara Silas Olofson myndatakari og Jórun Pólsdóttir lívfrøðingur at leggja stóra bókaverkið FUGLAR OKKARA fram á Sunda bókasavni mikukvøldið 19. oktober kl. 19.00.

Høvi verður at síggja fleiri av sjáldsama góðu fuglamyndunum úr bókini, umframt at hoyra ymiskt forkunnugt um fuglalívið í Føroyum. Høvundarnir fara eisini at greiða frá tilgongdini at gera bókina.

Endamálið við bókaverkinum er at kunna um fjølbroytta fuglalívið, sum er í Føroyum, og skapa gleði og alsk til føroyska náttúru og fuglalív.

Í verkinum FUGLAR OKKARA verður greitt frá livihátti, hvussu fuglurin flytur, og hvat hann etur, umframt myndir av fuglinum av báðum kynum og í ymiskum búnum. Serliga nógv verður gjørt burtur úr føroysku búfuglunum, har m.a. tekstabrot er um reiðran, myndir av eggum, um atburð í náttúruni, hvat hóttir fuglalív og um føroyska fuglaárið. Øll fuglasløgini eru lýst í myndum, sum í stóran mun eru tiknar í Føroyum.

Silas Olofson myndatakari og Jórun Pólsdóttir lívfrøðingur hava í mong ár arbeitt við nýggjari bók um fuglar í Føroyum. Bókin lýsir í teksti og myndum øll vill fuglasløg, sum eru skrásett í Føroyum.

Bókaverkið – trý prýðilig bind í húsa saman við eini fikkubók – verður til keyps hetta kvøldið.

Sunda bókasavn bjóðar ein drekkamunn aftaná framløguna.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Seinastu tíðindi

28
jun
Føroyar - Svøríki á stórskíggja
26
jun
Skrivstovunæm­ingur til Sunda kommunu
25
jun
Námsfrøð­ingur til Dagstovnin við Kráir
24
jun
Jógvan Philbrow nýggjur dagstovnaleiðari
23
jun
Betur umstøður til Sunda sløkkilið
23
jun
Stongt vegna skeiðsvirksemi
20
jun
Fráfaringarløtan hjá Rosu Prestá
19
jun
Námsfrøð­ingur til Dagstovnin við Stórheygg