Tíðindi

Kunngerð um broyting av byggisamtykt fyri Sunda kommunu

02.01.2023

Við heimild í løgtingslóg nr. 13 frá 21.mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir, sum seinast er
broytt við lógtinglóg nr. 19 frá 18. mars 2013, verður við hesum boða frá, at Sunda kommuna á
býráðsfundi tann 28.03.2022 hevur samtykt at gera niðanfyristandandi broytingar í byggisamtyktini
fyri Sunda kommunu.

Ætlanin er at broyta:
Matriklarnir 12a, 26, 33a, 37, 40, 54a, 55, 56, 69, 80, 82a, 93 og partar av matriklunum 30 og 54a
verða broyttir frá J, Landbúnaður til B, Bústaðarøki.

Matriklarnir 56, 58, 68 og 72 og partar av matriklunum 21, 47c, 55, 69 og 72 verða broyttir frá B,
Bústaðarøki til H, Frílendi.


Broytinganar liggja frammi til alment eftirlit á kommunuskrivstovuni í vanligari avgreiðslutíð
frá 02. januar 2023 til 7. februar 2023, báðir dagarnir íroknaðir

Møgulig mótmæli og/ella broytingaruppskot, skulu latast skrivliga til kommununa í seinasta lagi 1.
marts 2023.


Oyrarbakki tann 2. januar 2023
Sunda kommuna

Seinastu tíðindi

10
des
Stuðul til nýggjárshald
09
des
Býráðsfundur 15. desember 2025
02
des
Almenn áheitan á Landsverk
01
des
Loyvi at brenna bál á nýggjárinum
27
nov
Undantaks­loyvi givið til at taða í Tjørnuvík
24
nov
Einki dagstovnagjald í desembur
24
nov
Fíggjarætlanin 2026 einmælt samtykt
24
nov
Starvs­fólk til frítíðarskúlan á Dagstovni­num á Flatinum