Tíðindi

Eydnudeild í Høllini á Hálsi

02.03.2023

Nógvir fjepparar vóru komnir í høllina at vísa sín stuðul, og stemningurin var í hásæti

Síðsta vikuskiftið vóru steypafinalurnar spældar í Høllini á Hálsi. Sum vant, var Eydnudeild fyrst á skránni sunnudagin. Nógvir fjepparar vóru komnir í høllina at vísa sín stuðul, og stemningurin var í hásæti.

Eydnudeild hevði bjóðað øllum borgarstjórunum við úr teimum kommununum, har Eydnu stjørnurnar búgva. Borgarstjórin í Sunda Kommunu, Jógvan Kruse, møtti fúsur upp til dystirnar hjá teimum røsku Eydnuleikarum, og vóru tey sera fegin um tað.

10. juni verður LykkeCup í Boxen í Herning, og hava leikararnir í hesum sambandi savnað pening saman til høvið. Sunda kommuna hevur stuðlað leikarunum, og arbeiddu tey ein dag fyri kommununa, har tey ruddaðu út á brandstøðini. Tey vóru, sum altíð, so sera røsk at rudda og fingu nógv av skafti. Tey eru sera takksom fyri, at Sunda kommuna vísti Eydnustjørnunum álit, og at tey fingu hendan møguleikan.

Eydnudeild er ein nationalur felagsskapur fyri børn við menningartarni/menningarórógvi og familjum teirra. Hvønn týsdag kl. 17-18 venur Eydnudeild í ítróttarhøllini í Kollafirði. Um ein hevur hug at byrja at venja við Eydnudeild, kann man seta seg í samband við Eydnudeildina á Facebook síðuni “Eydnudeild Føroyar”.

Á myndini frá vinstru: Jógvan Kruse, Jens Jóannesarson Av Reyni, Karstin Aron Rasmussen, Clloyd Molina Clarence, Maja Johannesen

Seinastu tíðindi

11
mai
Borgarafundur við Norðskála
09
mai
Skrá fyri Ruddingar­dagin og Útivikuna 2025
05
mai
Dagstovnaleiðari til Sunda kommunu
02
mai
Kunngerð um broyting av byggisamtykt fyri Sunda kommunu
01
mai
Fráboðan og áminning um hegnskyldu
13
apr
Kunngerð um broyting av byggisamtykt fyri Sunda kommunu
13
apr
Kunngerð um broyting av byggisamtykt fyri Sunda kommunu
05
mai
Borgarafundur í Saksun