Tíðindi
Dagstovnaleiðari til Sunda kommunu
Sunda kommuna søkir eftir leiðara til dagstovnin á Flatinum á Oyrarbakka at byrja 1. august 2025 ella eftir nærri avtalu. Talan er um eitt fulltíðarstarv.
Leiðarin er starvssettur hjá Sunda kommunu við arbeiðsstaði á dagstovninum á Flatinum á Oyrarbakka.
Um dagstovnin á Flatinum
Dagstovnurin á Flatinum fevnir um vøggustovu, barnagarð og frítíðarskúla. Á Flatinum eru umleið 98 børn og 30 starvsfólk.
Dagstovnurin liggur í náttúruríkum umhvørvi, sum í stóran mun setur sín dám á námsfrøðiliga innihaldið.
Vit ímynda okkum ein leiðara, ið hevur hugsjónir í mun til námsfrøði og leiðslu, og sum vil virka fyri einum høgum fakligum støði, har námsfrøðiliga tænastan er í miðdeplinum. Einum leiðara, ið tekur ábyrgd og ynskir støðuga menning í egnum starvi, fyri starvsfólkini og av tí námsfrøðiligu tænastuni.
Leiðarin, saman við varaleiðaranum, mynda leiðslutoymið á stovninum. Leiðarastarvið er tí ein samantvinnan av sjálvstøðugum arbeiði og samstarvi, har tú fært avbjóðingar og møguleika fyri menning.
Um starvið
Sum dagstovnaleiðari kemur tú at arbeiða í tøttum samstarvi við kommunustjóran, og saman við øðrum dagstovnaleiðarum. Samstarvið hevur stóran týdning fyri, at dagstovnaøkið kann arbeiða fram móti eini felags kós og námsfrøðiligari dygd.
Í starvinum krevst at tú:
- Hevur ábyrgd av, at dagstovnavirksemið verður útint í samsvar við lógarverk, ásetingar og mál
- Hevur ábyrgd av at skapa umstøður fyri góðum dagstovnavirksemi
- Hevur leiðsluábyrgd av starvsfólkunum á dagstovninum og setir starvsfólk, í samstarvi við varaleiðara og álitisfólk
- Hevur ábyrgd av starvsfólkamenning í samstarvi við varaleiðaran
- Hevur yvirskipaða ábyrgd av foreldrasamstarvinum
- Hevur fíggjarligu og námsfrøðiligu ábyrgdina á dagstovninum
- Hevur ábyrgd av at tryggja umstøður fyri góðum dagstovnavirksemi
- Hevur ábyrgd av at arbeiða við umstøðum, ið krevja menning ella ábøtur
- Hevur yvirskipaða ábyrgd av bæði innanhýsis og uttanhýsis tvørfakliga samstarvinum
- Støðugt arbeiðir við at betra umstøðurnar á stovninum
Førleikakrøv
- Tú hevur útbúgving sum námsfrøðingur
- Tú hevur leiðsluførleikar
- Tú megnar at stuðla og kveikja áhaldandi menning av námsfrøðini á stovninum
- Tú hevur góðar námsfrøðiligar førleikar og megnar at geva sparring til starvsfólkini, bæði í mun til tað einstaka barnið og samlaða bólkin
- Tú ert virðilig/-ur og í tíni leiðslu og dugir væl at lurta
- Tú dugir væl at raðfesta, samskipa, leiða, kveikja, og at fáa mest møguligt burturúr tilfeinginum á stovninum
- Tú dugir væl at samskifta á skrift og í talu við leiðslu, starvsfólk, starvsfelagar, børn, foreldur og aðrar samstarvspartar
- Tú hevur góðar telduførleikar
- Tú ert væl skipað/-ur í tínum arbeiði og hevur fíggjarligt hegni, innlit og yvirlit
- Megnar samstarv og tekur sjálvstøðugar avgerðir
Lønar- og setanartreytir
Starvið er fulla tíð og starvsbyrjan er 1. august 2025 ella eftir nærri avtalu. Løn og treytir verða sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.
Sambært §2 í barnaváttanarlógini hevur Sunda kommuna skyldu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.
Umsókn
Freistin at søkja starvið er fríggjadagin 23. mai 2025. Skrivlig umsókn, saman við møguligum viðmælum, upplýsingum um útbúgving og royndir skal sendast til sunda@sunda.fo.
Nærri kunning
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Erland Berg Danielsen, kommunustjóra, á telefon 29 72 05.