Tíðindi

Fráboðan og áminning um hegnskyldu

01.05.2025

Í sambandi við, at tíðin nærkast, tá ið seyðurin skal av bønum, er fylgjandi skriv ávegis í postkassarnar hjá teimum, ið varða av bøgarðunum og hava hegnskyldu í kommununi.

Allir garðhaldarar hava, sambært Lov nr. 172 for Færøerne om HAUGERS STYRELSE OG DRIFT m.m., skyldu til at hava bøgarðar sínar í seyðahøgum standi í tíðini frá 14. mai til 25. oktober.

Heitt verður við hesum á teg sum garðhaldara, gjølla at kanna teir bøgarðar, ið tú hevur ábyrgd av og fremja møguligar neyðugar ábøtur. Bøgarðarnir skulu vera í góðum og seyðahøgum standi, soleiðis at seyður ikki sleppur inn á bøin frá 14. mai til 25. oktober.

Aftaná 14. mai verða bøgarðarnir sýnaðir av hegnsýnisnevndini.

Har ábøtur eru neyðugar, verða tær gjørdar fyri eigarans/garðhaldarans rokning uttan aðra fráboðan enn hesa.

Um fyrispurningar eru, ber til at venda sær til hegnsýnisnevndina.

Vegl.: Hegn skal vera min. 1 metur høgt. Lendisviðurskifti kunnu gera, at neyðugt er at spenna tráð (ikki píkatráð) omaná. Pelar eiga at vera settir við hóskandi millumrúmum, vanliga umleið 1,80 m, men lendisviðurskiftini kunnu eisini viðføra, at styttri eigur at vera millum pelarnar. Gamalt  hegn og annað ónýtiligt tilfar skal beinast burtur.

Vegna hegnsýnisnevndina í Sunda kommunu

Jóhan Poulsen
Glaðsgøta 20
420 Hósvík

Tlf. 243649

Seinastu tíðindi

26
jan
Býráðsfundur 26. januar 2026
26
jan
Barsilsfar­loyvisstarv til barnagarðs­stovu á Dagstovni­num á Flatinum
22
jan
Innskriving til 1. flokk
12
jan
Sunleif aftur á umhvørvisplássinum
07
jan
Ein vinarlig áheitan á bileigarar
06
jan
Bárður Davidsen 10 ára starvsdag
05
jan
Tøk grundøkir alment til sølu
19
des
Heiðran av sløkkiliðs­fólkum