Tíðindi
Kunngerð um broyting av byggisamtykt fyri Sunda kommunu
02.05.2025
Við heimild í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 57 frá 13. mai 1997, verður við hesum boða frá, at Sunda kommuna á býráðsfundi tann 28.04.2025 hevur samtykt, at gera niðanfyristandandi broytingar í byggisamtyktini fyri Sunda kommunu.
Broyting í Byggisamtyktini fyri Sunda kommunu.
- Nýtt øki A1 – Miðstaðarendamál, ætla størri bygging.
Broytingin kann síggjast her.
Broytingin liggur frammi til alment eftirlit á kommunuskrivstovuni í vanligari skrivstovutíð frá 02-05-2025 til 17-06-2025, báðir dagar íroknaðir
Møgulig mótmæli og/ella broytingaruppskot, sum skulu vera skrivlig, og skulu vera Sunda kommunu í hendi seinasta lagi 28. juni 2025.
Oyrarbakki tann 02.05.2025
Sunda kommuna
Oyrarbakkavegur 3
Postklivi 10
400 Oyrarbakki
Seinastu tíðindi
14
aug
Tillutan av hallartímum
14
aug
Stongt fyri vatninum í Hvalvík og Streymnesi
11
aug
Hvør skal hava ársins herðaklapp 2025?
11
aug
Regatta 2025
09
jul
Kom við í skránna til mentanardagar!
07
jul
Oddvør Alberta Kimsdóttir fær heiðurin at bera vatnið til Oyggjaleikasetanina
01
jul
Nýggjur leiðari fyri Barnaverndartænastuna
25
jun