Tíðindi

Skúlaleikir í skúlanum við Streymin

10.03.2023

Mikudagin 8. mars og hósdagin 9. mars vóru Skúlaleikir hildnir í skúlanum við Streymin

Mikudagin 8. mars og hósdagin 9. mars vóru Skúlaleikir hildnir í skúlanum við Streymin.
Næmingar úr 4. og 5. flokkum úr nøkrum skúlum í landinum vóru komin saman at kappast og hugna sær. Bæði lærarar og næmingarnir vóru sera væl nøgdir við hendan dagin. Skúlaleikir er eitt skúlaátak sum er samskipað av ÍSF. Høvuðsendamálið við Skúlaleikum er at vekja forvitni og gleðina hjá børnunum við at íðka og røra seg.
Í Skúlaleikum verður dentur lagdur á felagsskapin í flokkinum og gleðina við at røra seg. Næmingarnir fáa eina uppliving saman, vinna sær stig saman og fáa eyka stig fyri at heppa á hvønn annan. Øll skulu kenna seg væl, tí Skúlaleikir eru fyri øll. Skúlaleikir eru partur av átakinum ABC fyri sálarheilsu. Tit kunnu lesa meira um skúlaleikir her

Seinastu tíðindi

19
apr
Avloysari til Dagstovnin við Stórheygg í Hósvík
09
apr
Stuðul til ítróttarfeløg, frítíðarvirksemi og áhugafeløg
09
apr
Skrá til eldradagin
22
mar
Vinnuparkering
20
mar
Eldradagur verður leygar­dagin 20. apríl
18
apr
Trupuleikin við vatnveiting­ini undir Garðsenda í Hósvík er loystur.
15
apr
Ástaðarfundur í Hósvík
03
apr
Rottangatøming í Sunda kommunu