Tíðindi
Grannakaffi í Blákolluni 16. mars
Hósdagin 16. mars 2023 kl. 15.00 - 18.00 verður dagtilhaldi Blákollan á Oyri karmur um Grannakaffi.
Hósdagin 16. mars 2023 kl. 15.00 - 18.00 bjóðar dagtilhaldi Blákollan inn til Grannakaffi. Fanny Kruse, og møguliga aðrir Rynkeby súkklarar, koma at greiða frá. Øll eru hjartaliga vælkomin.
Eitt sindur um Grannakaffi
Grannakaffi er liður í støðuga arbeiðinum hjá felagnum og byggir á tað, sum vit føroyingar frammanundan duga serliga væl; at hugna okkum og vera saman í gaman og álvara.
Vertirnir til Grannakaffi bjóða grannum, vinum, starvsfelagum og øðrum á gátt til ein drekkamunn, eitt prát, eina uppliving ella okkurt heilt annað. Einstaki verturin setur sín dám á tiltakið, so leingi tað ikki stríðir móti virðunum hjá Krabbameinsfelagnum. Gesturin rindar eftir førimuni, í trúnaði og hvør króna ger mun

