Tíðindi

Útivika byrjar í dag 8. mai

08.05.2023

Í dag 8. mai byrjar útivikan í Sunda kommunu

Her er skrá fyri útivikuna: 

Mánadagin 8. mai

Kom og rógv við kajakk í Hósvík.  Vit møtast við neystið hjá kajakk.fo nær bátahylin í Hósvik. Melda til við at skriva til kajakk.fo á facebook messenger ella senda sms til tlf 510520. Vit gera 2 túrar á umleið 1 tíma. Túrur 1 byrjar kl 17:00 og túrur 2 byrjar kl 18:30. Tiltakið er ókeypis.

 

Týsdagin 9. mai

Gongutúrur niðan á Hvalvíksgjógv. Túrurin er lættur og barnavinarligur. Komin niðan, grilla vit 'skúmfidusar' og njóta vøkru náttúruna. Túrurin byrjar við missiónshúsið í Hvalvík kl. 18.00. Til ber at halda fram niðan á Miðalfelli við ferðaleiðara, um nakar hevur áhuga í tí. Tiltakið er ókeypis, og ongin tilmelding neyðug.

 

Mikudagin 10. mai

Ókeypis vælverukvøld í Tjørnuvík. Sauna, saunagos, hitapottur, sjódypp og kalt kar.

Melda til hesar tíðir:

Kl. 18: Sauna, hitapott, sjódypp og kalt kar.

Kl. 19: Saunagos við Mariu, íroknað 3x3 oljur og sjódypp, umframt hitapott og kalt kar.

Kl. 20: Sauna, hitapott, sjódypp og kalt kar.

Møguleiki er at keypa sær okkurt leskiligt í Surf Smáttuni, har skiftiumstøður og útibrúsa eisini eru. Handklæði kann leigast fyri 15 kr. Tilmelding á www.faroeislandssurfguide.com/tiltak

 

Hósdagin 11. mai

Eydnan á Oyrarbakka skipar fyri Kondibingo í Náttúrulundini við Streymin kl 19.00. Plátur kunnu keypast viđ Eydnuna á Oyrarbakka.

 

Fríggjadagin 12. mai

Súkkla norður ígjøgnum sundalagið við Rynkeby. Byrjað verður við Eydnuna á Oyrarbakka kl 17.00. Hesin túrurin er fyri børn og vaksin í øllum aldri. Um tú ikki ynskir at súkkla, ert tú vælkomin at renna ella ganga. Tiltakið er ókeypis og ongin tilmelding neyðug. Á handilin á Norðskála bjóðar okkurt søtt uttanfyri handilin kl 18.00. Sunda kommuna bjóðar sunkist.    

Seinastu tíðindi

05
mai
Dagstovnaleiðari til Sunda kommunu
02
mai
Kunngerð um broyting av byggisamtykt fyri Sunda kommunu
01
mai
Fráboðan og áminning um hegnskyldu
13
apr
Kunngerð um broyting av byggisamtykt fyri Sunda kommunu
13
apr
Kunngerð um broyting av byggisamtykt fyri Sunda kommunu
05
mai
Borgarafundur í Saksun
05
mai
Ástaðarfundur um ferðslu­viðurskiftir á Mýrivegi, Norðskála
02
mai
Føðingardagur og starvsdagar við Stórheygg