Tíðindi
Føðingardagur og starvsdagar við Stórheygg
Í 20 ár hevur dagstovnurin við Stórheygg verið við til at tryggja góð barnaár í Hósvík.
Hetta verður hátíðarhildið í allan dag. Í morgun hevur góður morgunmatur verið fyri starvsfólkum og børnum á stovninum, hoppiborg stendur uppi, og millum kl. 15 og 17 í dag verður kaffi, frukt og kaka at fáa. Øll eru hjartaliga vælkomin.
Góð og støðug starvsfólk hava stóran týdning fyri væl virkandi stovnar, og í sambandi við dagin vóru Lív Dam og Valborg Olsen eisini heiðraðar við blómutyssi og gávu. Lív hevur 20 ára starvsdag, og Valborg 15 ára starvsdag.
Vit í Sunda kommunu fegnast um góðu dagstovnarnar í kommununi, og ikki minst dugnaligu og støðugu starvsfólkini. Við hesum vilja vit enn einaferð ynskja dagstovninum við Stórheygg, og starvsfólkunum við starvsdegnum, hjartaliga tillukku.