Tíðindi

Løðistøðir og grøn orka í Sunda kommunu

17.05.2023

Talan er um umlegging av sjey bygningum og tvær løðistøðir

Umlegging til grøna orku:

Vinnu- og umhvørvisnevndin samtykti á fundi 16. mai, at taka av tilboði frá P/F Mariu Poulsen & CO., og sostatt byrja arbeiðið at leggja bygningar í Sunda kommunu um til grøna orku.

Talan er um umlegging av sjey bygningum í ár, til ávikavist jarðhita, luft-til-vatn hitapumpu og luft-til-luft hitapumpu.

Løðistøðir:

Vinnu- og umhvørvisnevndin samtykti á fundi 16. mai, at taka av tilboðnum frá Sp/f Elcon, at seta tvær løðistøðir upp afturat í Sunda kommunu.

Samtykt er at seta aðra løðistøðina upp í Hósvík og hina á handilsøkið við Norðskála.

 

Seinastu tíðindi

05
mai
Dagstovnaleiðari til Sunda kommunu
02
mai
Kunngerð um broyting av byggisamtykt fyri Sunda kommunu
01
mai
Fráboðan og áminning um hegnskyldu
13
apr
Kunngerð um broyting av byggisamtykt fyri Sunda kommunu
13
apr
Kunngerð um broyting av byggisamtykt fyri Sunda kommunu
05
mai
Borgarafundur í Saksun
05
mai
Ástaðarfundur um ferðslu­viðurskiftir á Mýrivegi, Norðskála
02
mai
Føðingardagur og starvsdagar við Stórheygg