Tíðindi
Dagtilhaldið Blákollan
Øll eru vælkomin í dagtilhaldið Blákollan
Dagtilhaldið Blákollan heldur til á Hornavegi á Oyri og hevur opið týsdagar og hósdagar millum klokkan 14 og 18. Dagtilhaldið er fyri borgarar úr allari kommununi.
Skipað verður javnan fyri tiltøkum av ymsum slag. Annars fáast fólk við ymiskt so sum binda, spæla kort, bob og borðspøl. Eisini er møguleiki at brúka rógvimaskinur, renniband og okkara framúr góða massagustól.
Øll kenna vit týdning av at hava sambond við onnur. Tað kann hava ómetaligan stóran týdning fyri okkara sálarligu heilsu, tí tey eru við til at geva okkum kensluna av at hoyra til. Vit ynskja tí, at øll skulu kenna seg vælkomnan í Blákolluna, og gleða okkum at síggja enn fleiri av tykkum.
Leiðari á Blákolluni er Winnie Hansen.
Verið vælkomin!