Tíðindi

Buktatónar 2023

25.08.2023

Leygardagin 2. septembur verða Buktatónar! keyp atgongumerki á www.billett.fo

Enn eru atgongumerkið eftir, men tað er at skunda sær áðrenn tað verður útselt! Tónleikarar sum verða at hoyra eru: Signar í Homrum, Kim Hansen, Jens Marni Hansen, Guðrið Hansdóttir, Bárður á Lakjuni, Ester Kristiansen, Sámal Ravnsfjall, Hanus G. Johansen, Herborg Torkilsdóttir og Maria á Heygum.

Takk til allar stigtakarar av hesum framúr góða tiltaki. Eitt slíkt kvøld er við til at skapa trivna, mentan og nógvan hugna og gott prát. 

Eitt sindur um Buktatónar

Seint á vári, tíðliga á sumri í ár, hevði Dia Petersen gingið í eina tíð og hugsa um at stápla eitt savnandi tiltak uppá beinini. Her hugsaði hann serliga um buktina (Hvalvík/Streymnes) og so Sundalagið(heilt frá Kollafirðið til Eiðis) sum heild. 

Við íblástri frá Suðurljóð(Stovukonsertir í Trongisvági) fór hann í gongd. Hann spurdi seg fyri hjá teimum sum samskipaðu Suðurljóð og loddaði dýpi, um grannarnir vóru við uppá hetta. Við hjálp og góðum ráðum frá Suðurljóð og vælvild frá grannunum var fari í gongd. 

Bólkar vóru skipaðir, at taka sær av stuðlum, tónleikarum, fyrireiking o.ø. Og smátt um smátt var klárt at seta atgongumerkja søluna í gongd. Mett var at 150 atgongumerki skuldu seljast fyri at hetta skuldi verða best fyri flest. Eisini var lokalur stuðul fingin til vega.

Fyrireikingarnar eru nú í hæddini, allir tónleikarar eru komnir uppá pláss, húsini og tónleikarar eru sett saman og tíðspunktini eru ásett. Men enn er pláss fyri onkrum smávegis yvirraskilsi 

Nú nærkasat alsamt til dagin, og eru vit øll sera spent hvussu tiltakið fer at hilnast.

Seinastu tíðindi

09
mai
Skrá fyri Ruddingar­dagin og Útivikuna 2025
05
mai
Dagstovnaleiðari til Sunda kommunu
02
mai
Kunngerð um broyting av byggisamtykt fyri Sunda kommunu
01
mai
Fráboðan og áminning um hegnskyldu
13
apr
Kunngerð um broyting av byggisamtykt fyri Sunda kommunu
13
apr
Kunngerð um broyting av byggisamtykt fyri Sunda kommunu
05
mai
Borgarafundur í Saksun
05
mai
Ástaðarfundur um ferðslu­viðurskiftir á Mýrivegi, Norðskála