Tíðindi

Tilmeldingarskipanin til frítíðarundirvísingina er opin

18.09.2023

Tilmelding til frítíðarundirvísingina er opin frá í dag, 18. septembur kl. 10.00 til 22. september kl. 15.00.

Aftur í ár hevur Sunda kommuna eina tilmeldingarskipan til frítíðarundirvísingina. Hetta er ein skipan í líkist vanligu nethandlunum. Tað vil siga at tú koyrir tey skeið, tú ynskir at luttaka á, í eina innkeypskurv, tøppar inn samskiftistupplýsingar og síðan verður tú beind/-ur víðari til eina gjaldsskipan. Luttøkugjaldið skal gjaldast beinanveg, so hav gjaldkortið hjá tær tá tú meldar til. Øll tilmelding er persónlig og bindandi.

Tilmeldingin fer fram á https://skeidir.sunda.fo 

Tilmeldingin byrjar í dag, 18. septembur kl. 10.00 og er liðug 22. september kl. 15.00.

Øll undirvísing er treytað av at nóg stór undirtøka er.

Eitt hold verður avlýst, tá færri enn 6 luttakarar eru. Eitt hold er fullteknað innan handaligu lærugreinarnar, tá ið í mesta lagi 12 luttakarar eru. Aðrar lærugreinar er tað 18, ella eftir avtalu við læraran.

Pensionistar gjalda hálvt gjald.

Fyri øll skeið er galdandi, at luttakararnir sjálvir gjalda alt tilfar.

*Frítíðarundirvísingin er fyri borgarar í Sunda kommunu. Er pláss tókt er møguligt hjá øðrum at luttaka.

Seinastu tíðindi

05
mai
Dagstovnaleiðari til Sunda kommunu
02
mai
Kunngerð um broyting av byggisamtykt fyri Sunda kommunu
01
mai
Fráboðan og áminning um hegnskyldu
13
apr
Kunngerð um broyting av byggisamtykt fyri Sunda kommunu
13
apr
Kunngerð um broyting av byggisamtykt fyri Sunda kommunu
05
mai
Borgarafundur í Saksun
05
mai
Ástaðarfundur um ferðslu­viðurskiftir á Mýrivegi, Norðskála
02
mai
Føðingardagur og starvsdagar við Stórheygg